Postar merktir ‘menning’

Er moralur genetiskur?

Ása JohannesenEg rokni við, at nógv av tykkum hava hoyrt hvat eg ætli mær at siga fyrr, ella um ikki annað gjørt tykkara egnu tankar um evni. So tit kunnu lesa hetta sum eina samanfatan av tí vit vanliga hoyra um menning og moral og so mína egnu meining, sum er grundað á tað eg veit um menning og náttúrliga úrveljing.

Vit kunnu byrja við pástandinum at menniskju eru sjálvsøkin tí at okkara genir eru tað. Hesin pástandur kemur helst einamest frá misskiljingum av “The Selfish Gene” hjá Richard Dawkins. Bókina læs eg sjálv tá eg gekk á fyrsta ári á universiteti og noyddist at finna okkurt, sum gav eina greiða frágreiðing av hvussu menning fer fram uttan at blanda ov nógv tekniskt mál uppí. Hetta noyddist eg at gera, tí mín undirvísing í lívfrøði í Føroyum hevði verið so mikið vánalig, at eg ongantíð hevði lært um menningarlæruna. Eg skal kanska eisini siga, at eg grundi mína vitan um menning á fleiri bøkur enn júst hasa hjá Dawkins. Hetta var bara tann fyrsta eg læs um evnið.

Náh, men sjálvsøkna menniskjan. Í “The Selfish Gene” verður skrivað nógv um ílegur og hvussu tær eru sjálvsøknar. Hvussu tær vilja yvirliva og hvussu tær brúka djórakroppar sum maskinur, sum skulu hjálpa teimum at yvirliva. Trupulleikin uppstendur tá vit koma til moral. Hetta er tí, at hesar djóramaskinurnar burdu uppført seg fullkomiliga sjálvsøkið vegna ílegurnar tær bera í sær. Hetta er tíverri ein øgiliga simplistiskur (og skeivur) máti at síggja tingini uppá. Tað undrar meg altíð, at fólk, sum hava lisið “The Selfish Gene” koma til niðurstøðuna, at vit mugu vera sjálvsøkin, tí okkara ílegur siga tað. Tað virkar, sum tey bara hava lisið fyrru hálvu av bókini, ella kanska minni enn tað. Nú er tað nokkso langt síðani at eg læs bókina, men eg veit at tað var har eg lærdi um “Game theory” fyri fyrstu ferð, og júst hetta er (more…)

Menningarlæran úti fyri ágangi

Í 2007 bleiv framlagt og viðtikið eitt uppskot til eina resolutión viðvíkjandi tí ágangi sum vísund, nærmari bestemt evolutión, er úti fyri allastaðni í Europa. Hetta vísur klárt hvat tað er sum hendur rundan um okkum og hvussu forsprákarar fyri kreationismu og intelligent design royna at sníkja teirra trúgv inn í undirvísingina í vísund.

Hon er at finna her: http://bit.ly/bbhkVd

Hesum hevur millum annað okkara lokali ID-fortalari og kreationistur, Høgni Johannesen fingið ilt í reyvina av. Eg ætli mær slett ikki at viðgera nakað hann hevur skrivað um tað, tí tað er, sum ikki einaferð, ikki vert at brúka mína tíð uppá. Men eg gevi her mítt boð uppá hvussu eg síggi hesa resolutiónina og hvat hon kann siga um Føroyar.

Intelligent design og kreationisma er tað sama, so eg kalli tað bara fyri ID undir einum frá nú av.

Uppskotið vísur á eina rúgvu av dømum, um at royndir eru gjørdar at tvinga ID inn ella menningarlæruna út úr vísundaundirvísingini. Hetta hendur í flestøllum londum í Europa, og er eisini við at vinda uppá seg í Føroyum.

Málið hjá ID er undirvísing og tey trúgvandi stríðast hart fyri at fáa teirra læru við í tað pensum sum umfatar vísund. Tó kann ID ikki pástanda at vera ein vísund.

ID er ein roynd at klæða religión út sum vísund, fyri síðani at fáa hana inn í okkara skúlar sum vísund. Hetta var fyrstu nógvu árini í stóran mun eitt Amerikanskt fyribrygdi, men nú eru hesir tankar á veg til Europa og til okkara egnu skúlar.

Hesin ágangur á menningarlæruna er við at vinda uppá seg í Føroyum eisini, so tað er uppá tíðina at fólk sum vilja okkara ungu og okkara landi tað besta, taka seg saman og gera okkurt við hetta.

Sum eg skilji tað, er standurin ringur í Føroyum. Eg veit at lærarar nógvastaðni aftra seg við at nevna menningaræruna, tí teir vita at so fáa teir nøkur av foreldrunum ella skúlaleiðsluna uppá nakkan.

Tískil er tað enn meira umráðandi at fáa eina líknandi lóg í Føroyum enn aðrastaðni. Tað kann vera at ID ikki hevur innivist í vísundaundirvísingini, men menningarlæran hevur tað so sanniliga heldur ikki. Hetta er fúl skomm og eigur at smakka illa í munninum hjá bæði skúlaleiðslum og mentamálaráðnum, sum umsitur skúlarnar og avger hvørjum børnini skulu móttaka undirvísing i.

Eg haldi at vit við fyrimuni kundi tikið undir við hesi resolutiónini hjá Europaráðnum, so at vit kunnu tryggja at undirvísingin í okkara skúlum kann halda sama støði sum í londunum rundanum okkum, og ikki blívur avskeplað av religiøsari uppíblandan.

 

Frískúlin Keldan – enn einaferð

Tá tað var almannakunngjørt at Keldan vildi stovna ein frískúla, sendi Gudloysi út eitt tíðindaskriv, sum gjørdi klárt, at felagskapurin stóð inn fyri rættin at stovna frískúlar, so leingi sum teir fylgja lógarinnar krøv. Tað bleiv eisini spekulerað, um hetta kanska vildi lætta um “átrúnaðarliga trýstið” í almenna fólkaskúlanum.

Forholdið millum Gudloysi og frískúlan Kelduna var nógv skrivað um, og nógv vóru heldur ónøgd við politikkin hjá Gudloysi hesum málið viðvíkjandi. Eg vil siga at felagið Gudloysi gjørdi væl av, við at acceptera hendan frískúlan, og heldur royna at vísa fólk eitt sindur á fólkaskúlalógina (sum veruliga er hol í høvdið).

Persónliga haldi eg tó, at hesin kristni frískúlin, soleiðis sum hann var frammborðin av Jastrid Høj, (samkomuleiðara í Kelduni, Skúlastjóri og lærari í frískúlanum Kelduni), í sjónvarpssendingini Refleksjón tann 26 september 2010 virkar… eitt sindur….. svakur. (more…)

Menning og læran um menningarlæru

Evolutión er av einklastu vísindum at forklára og verja. Hví eru tá so nógv, sum ikki vilja viðurkenna tað vísindin hevur at siga okkum, um júst hendan partin av veruleikanum uttanum okkum?

Lat meg fyrst greiða frá, hvat eg meini við evolutión í hesum samanhangi: útvikling av plantum ella djórum frá øðrum, sum als ikki líkjast teimum. Til dømis frá fiski til fugl. Hendan definitiónin tekur ikki støðu til hvussu menningin fer fram, og tískil sigur hon onki um pástandirnir hjá millum øðrum Darwin hesum viðvíkjandi. Tvs. um Darwin hevur rætt ella fer skeivur, hevur onga ávirkan á hetta argumentið.

Lat okkum byrja við at forklára, so stutt sum gjørligt, hvat kjarnin í evolutión er. Tað fari eg at gera, við at (more…)

Týdningurin av at børn læra um menning

Steve Pinker, professari á Harvard University, greiðir frá týdninginum av at undirvísa í menningarlæruni.

YouTube Preview Image

Serstakliga viðkomandi nú um stundir tá kelduskúlin hevur meldað út at tey ætla at undirvísa mytologi í lívfrøðistímunum.