Postar merktir ‘miðlarák’

Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla?

sosialurinlogo

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting og Sosialinum 5. – 6. Juni, 2002.

Skrivað hevur: Høgni av Heiði

Tann ráðandi lívsáskoðanarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum maktpolitikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini!

Sum so mangir aðrir valdsharrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavaldskongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Afturfyri sín stuðul til einavaldskongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-lutherska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gudleysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demokrati, og aðrar lívsáskoðanir vórðu loyvdar.

(meira…)

Miðlarák um Dialogos

Í sambandi við at Dialogos varð stovnað, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um vísindi sum heild og menningarlæruna serstakliga og nógvir anti-vísindalig trúgvandi luftaðu meiningar í miðlunum. Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 10. februar, 2009, og var eitt beinleiðis aftursvar til ein teirra.

Takka í minsta lagi fyri veruligu gávuna

Mikudagin 4. februar spyr Svein Askildsen í lesarabrævi í Dimmu, hvørjum hann skal siga takk. So stuttligt, tað annars er, at syngja barnasangir, vilja vit heldur viðgera, hvat vit eiga at siga takk fyri.

At brúka Bíbliuna til at vátta sannleikan í Bíbliuni er sum ein roynd at lyfta seg sjálvan við at royta seg nóg harðliga. Vit eru tó ikki áhugað í at úttala okkum um, hvørt Bíblian lýgur ella ikki. Lygn er ikki mótsett sannindum. Lygn er mótsett erligheit. Vit eru onga løtu í iva um, at uttan mun til, hvat fólk trúgva, so eru tey erlig í síni trúgv. Um átrúnaður Askildsens er sannur, má hesin sannleikin eisini kunna síggjast aftur í veruleikanum.

(meira…)

Miðlarák um Gudloysi

Í sambandi við at felagið fyri føroysk ivasom og tortrúgvin, Gudloysi,
varð stovnað í 2008, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um átrúnað og vantrúgv í
miðlunum.

Útvarpsviðtala við Heina Reinert kl. 12:20 21.08.08

Go get Adobe Flash Player!

Útvarpsviðtala við Heina Reinert kl. 18:00 21.08.08

Go get Adobe Flash Player!

Útvarpsviðtala við Jógvan Fríðriksson 25.08.08

Go get Adobe Flash Player!

Niðanfyri: Innslag frá Degi og viku tann 26. august, 2008. Rói Patursson, heimspekingur, og Bergur Debes Joensen, prestur, veita viðmerkingar til nýstovnaða felagið Gudloysi.

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 28. august, 2008, og var tað eitt beinleiðis aftursvar til viðmerkingar Bergur Debes Joensens í Degi og viku.

Gudloysi til frama fyri øll

Vegna Gudloysi,
Heini Reinert
Fyri at ein kristin skal uppfatast sum missionerandi, má hann ágrýtin banka á hurðar, deila faldarar út á Vaglinum ella fara til Afrika at spreiða gleðiboðskapin. Ein gudloysingur hevur eyðsæð heitið ’missionerur’ uppiborið, bert tí hann ikki dylur sína vantandi sannføring. Hesa dupultu meginreglu kundi ein ogna sær við at lurta eftir Bergi Debes Joensen, presti, í Degi og Viku, tann 26. august. Umboðar vantandi trúgv veruliga eitt so ómetaliga sannførandi trúvirði? Er tað nóg mikið fyri ein gudloysing at vera til fyri at umvenda fjøldina til síni sjónarmið? Ella er tað so einfalt, at Bergur Debes Joensen hevur misskilt Gudloysi á einum grundleggjandi støði?

Hevur Myllhamar einki skilt?

Aftursvar til lesarabræv »Av hvørjum kemur felagsskapurin Guðloysi« hjá John S. Myllhamar

John leggur limirnar í Gudloysi undir at vera skuffaðar fyrrverandi limir í onkrari víðgongdari sekt. Eg verði noyddur at skuffa hann í hesum. Limirnir hava bert eitt í felag, at teir ikki hava trúgv á gud ella gudar.

Í Føroyum slepst illa undan at hava verið partur av onkrum kristnum bólki eitt ella annað tíðspunkt í lívinum. Tá samfelagið er so gjøgnumsúrgað av kristindómi, skal stórt arbeiði til at standa ímóti kristiliga áganginum, men at brúka hetta ímóti limunum eru fullkomuliga við síðuna av – tað var ikki eg ella nakar av hinum limunum, sum valdi (meira…)