Alt og tað heila
Tá Óli Breckmann segði “…berføttu dadluetandi jihadistunum niðri í Miðeystri…” kom eg at hugsa, at í Føroyum hava vit Crocs berandi, vaniljusnurlajótrandi kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin. Felagseyðkennini eru ræðandi. Báðir partar hava mullah’ir, og ein yvir mullah enntá eisini. Báðir partar orka ikki fyri humanistiskum broytingum – og báðir partar blanda politik og trúgv í ein peruvelling.
Eg haldi at føroyingar eru blivnir raskari at siga frá, at siga “nei, hetta finni eg meg ikki í.” Hitt við “tað gongur nokk,” er meira ella minni horvið.
Micheal Corleone segði einaferð í Godfather II “…keep your enemies closer.” Tí hyggi eg onkuntíð inn á hesa síðuna. Eg havi sæð SAW filmarnar uttan at krympa tær, men handa síðan fær meg at ivast í míni medmenniskju.
Tá eg hugdi á hana seinast, fann eg (meira…)



Góði Jenis av Rana



