Postar merktir ‘modallogikkur’

Fríur vilji, alvitan og Kinatúrar

Eg kann ikki torga heitið “fríur vilji.” Tað er ikki tí at eg haldi, at vit ongan slíkan hava. Tað hevur heldur onki at gera við, at mær ikki dámar, at vit hava ein. Eg veit heilt einfalt ikki, um vit hava ein “frían vilja,” tí eg veit ikki hvat orðið merkir. Jú, sjálvandi veit eg hvat tað er at vilja okkurt og eg veit eisini nøkulunda hvat lýsingarorðið “fríur” er fyri ein stødd. Men tá fólk – ofta trúgvandi – tosa við meg um frían vilja blívir alt til ein vavgreyt og eg fái varhugan av, at persónurin eg tosi við, ikki sjálvur veit hvat hann ella hon tosar um. Eg havi viðhvørt spurt, men um eg onkra hendinga fer eri so heppin at fáa eitt greitt svar (tað hendir sjáldan) so verður tann fríi viljin tó aldrin verandi tann sami til endan av samrøðuni.

Her eru onkur vítt ymisk hugtøk, vit kunnu meina við:

  • At hava fleiri valmøguleikar
  • At kunna handla uttan tvang frá nøkrum øðrum
  • At kunna broyta framtíðina
  • At ein kundi havt valt okkurt annað enn ein gjørdi
  • At liva uttan atlit til hvat onnur halda
  • O.s.fr.

Eg fari ikki at halda fast við, (more…)

Guðs duldarfulla andlit

Read this in EnglishUnion Flag

Endamál

Í hesum stílinum fari eg at próvføra fyri, at modala útgávan av kosmologisku próvførsluni fyri tilveru Guðs annaðhvørt ikki er haldgóð1 ella at hon ikki gevir trupulleikar fyri gudloysi.

Stutt um hugtakið ’Guð’

Eg gangi út frá, at vit við orðinum ’Guð’ meina eina tilvitaða veru, ið er ánari av klassisku aleginleikunum, t.e. alvitan, alvald, alnánd og alvælvild. Einhvør tilvitað vera, ið kann sigast at hava skapt heimin, hevði tó verið nóg mikið í hesum høpinum. Eg viðgangi gjarna, sum átrúnaðarligi viðmerkjarin, Alan Watts, sigur í einum fyrilestri, at ’framkomin kristin […] hugsa útum myndir’ og ’ímynda sær ikki, at Guð er ein kosmiskur pápi við hvítum skeggi, ið situr á eini gyltaru trúnu yvir stjørnunum (Watts, 1996, s. 74).’

Nóg mikið er at siga, (more…)