Eg rokni við, at nógv av tykkum hava hoyrt hvat eg ætli mær at siga fyrr, ella um ikki annað gjørt tykkara egnu tankar um evni. So tit kunnu lesa hetta sum eina samanfatan av tí vit vanliga hoyra um menning og moral og so mína egnu meining, sum er grundað á tað eg veit um menning og náttúrliga úrveljing.
Vit kunnu byrja við pástandinum at menniskju eru sjálvsøkin tí at okkara genir eru tað. Hesin pástandur kemur helst einamest frá misskiljingum av “The Selfish Gene” hjá Richard Dawkins. Bókina læs eg sjálv tá eg gekk á fyrsta ári á universiteti og noyddist at finna okkurt, sum gav eina greiða frágreiðing av hvussu menning fer fram uttan at blanda ov nógv tekniskt mál uppí. Hetta noyddist eg at gera, tí mín undirvísing í lívfrøði í Føroyum hevði verið so mikið vánalig, at eg ongantíð hevði lært um menningarlæruna. Eg skal kanska eisini siga, at eg grundi mína vitan um menning á fleiri bøkur enn júst hasa hjá Dawkins. Hetta var bara tann fyrsta eg læs um evnið.
Náh, men sjálvsøkna menniskjan. Í “The Selfish Gene” verður skrivað nógv um ílegur og hvussu tær eru sjálvsøknar. Hvussu tær vilja yvirliva og hvussu tær brúka djórakroppar sum maskinur, sum skulu hjálpa teimum at yvirliva. Trupulleikin uppstendur tá vit koma til moral. Hetta er tí, at hesar djóramaskinurnar burdu uppført seg fullkomiliga sjálvsøkið vegna ílegurnar tær bera í sær. Hetta er tíverri ein øgiliga simplistiskur (og skeivur) máti at síggja tingini uppá. Tað undrar meg altíð, at fólk, sum hava lisið “The Selfish Gene” koma til niðurstøðuna, at vit mugu vera sjálvsøkin, tí okkara ílegur siga tað. Tað virkar, sum tey bara hava lisið fyrru hálvu av bókini, ella kanska minni enn tað. Nú er tað nokkso langt síðani at eg læs bókina, men eg veit at tað var har eg lærdi um “Game theory” fyri fyrstu ferð, og júst hetta er (meira…)