Góð uttan Guð
Tað er nokkso vanligt, at hoyra kristin tosa um, at tey fáa sín moral frá Guði. Summi halda enntá, at tað ikki ber til, at vera góður uttan Guð. Tað er eitt sindur irriterandi, tí vit heiðnu eru altso góð uttan Guð. Tað er merkiligt, eg veit, men vit ganga ikki runt og stjala, neyðtaka ella myrða. Av onkrari orsøk hava vit ikki fyri neyðini, at trúgva á Guð, fyri at vera góð. Ikki bara gera vit ikki órein ting; vit eru eisini hjálpsom.
Til dømis geva flestu gudloysingar eg kenni blóð (men kanska eisini kristin? Svara í spurnarkanningini!). Okkara lokala ateistafelag í Leeds skipar regluliga fyri “blood runs” har tey eggja fólki til at geva blóð. Sama felag hevur eisini fleiri ferðir um árið tiltøk, har peningur til vælgerandi endamál verður savnaður.
Hetta kunnu vit í Gudloysi eisini, men tað krevur eitt sindur (more…)