Postar merktir ‘møsn’

Babtistisk kirkja møsnar um samkynd

myndin-2534_r_440_250.jpgBabtistisk kirkja sigur, at samkynd ikki eru til; einans menn og kvinnur, ið “taka lut í “ósømiligum” og immoralskum gerðum.”

Um vit nú seta teirra fordømandi hatur til síðis eina løtu, so er hetta heilt einfalt ein sjálvmótsigandi pástandur á einum grundleggjandi logiskum støði.
 
Orð sum “ósømiligt” og “immoralskt” eru í hesum høpinum einans virðislødd orð uttan nakað upplýsandi innihald. Um eg fortelji tær, at eg havi sæð ein “ódámligan” mann í reyðum frakka, heldur enn at eg bara havi sæð ein mannn í reyðum frakka, havi eg ikki givið fleiri upplýsingar um hvat eg sá. Eg havi bert givið ein eyka upplýsing um mínar persónligu meiningar ella kenslur í mun til, hvat eg sá.
 
Um vit taka burtur virðisløddu orðini hjá babtistisku kirkjuni og taka støðu til hvørjar gerðir, tey sipa til, er pástandurin at “ongi samkynd eru til, bert menn og kvinnur, ið hava romantisk forhold og kynslív við – og annars tokka til – aðrar menn ella kvinnur av sama kyni.”
 
Og tað er í høvuðsheitum hvat orðið “samkynd” merkjur undir øllum umstøðum.
 
Vit kundu tað sama sagt “ongi kristin eru til, bert fólk, ið trúgva uppá og tilbiða Jesus” ella “ongir gamlir dreingir eru til, bert menn yvir 30, ið framvegis eru ógiftir.”
 
Onki vatn er til, bert H2O mýl.
 
Møsn.