Postar merktir ‘Muslim’

Átrúnaður ella tjóð?

Eg hugdi herfyri eftir BBC World. Teir sendu úr Haag frá rættarmálinum ímóti Ratko Mladic. Eg legði til merkis at teir, sjálvt dómarin, nýta muslim sum eitt nevni fyri eina tjóð, ein ættarbólk. Ratko Mladic er ákærdur fyri at hava givi boð at beina fyri fleiri túsund monnum í aldrinum 16 til 55 ár.

Eg hugsaði; eru teir vísir í at eingin gudloysingur var ímillum teir, ið dripnir vóru? …og um so var, hevði tað hjálpt nøkrum av teimum stakkals Bosniamonnunum at sagt við harra Mladic at teir ikki vóru muslimar longur? Eg fari at loyva mær at ivast.

Eg vil pástanda at tað gevur als onga meining at eyðmerkja ein etniskan minniluta, tíansheldur ein meiriluta, við trúgvini hjá teimum. Trúgv kann broytast rættiliga skjótt. At vera muslimur merkir bara at ein er sannførdur, á einum ella øðrum stigi, um at tann ástøðin umboðar veruleikan.

Tað vóru bosniar, ið búu í Serbia, ið tilvildarliga eisini vóru muslimar, ið bókstaviliga sæð stóðu fyri skotum. Hvat høvdu teir, tjóðskaparliga sæð, til felags við muslimar í tildømis Indonesia ella í Saudi Arabia? Helst nógv minni enn teir hava til felags við sínar felags evropearar.

Tað er ein trupulleiki av sama slag tá tað verur kallað rasisma at ein er ímóti einari trúgv. Lívfrøðingar flestir eru samdir um at tað eru ikki fleiri enn ein ‘rasa’ av menniskjum. Í mesta lagi kann talan vera um etniskar bólkar ella staðbundnar fólkabólkar. Ikki rasur.

Rasisma er ikki eitt meiningsfult hugtak tá talan er um at gera mismun á ymsum fólkabólkum. Tað eitur fasisma, kanska við onkrum nærri lýsandi heiti løgdum afturat, men tað er eitt heilt annað kjak. Um ein hugsar um tað soleiðis sær ein lættliga at tað gevur als ikki meining at ein kann melda seg inn ella út úr einari rasu bert við at broyta meining.

Nei, tað at harra Mladic hevur mannalív á samvitskuni átti at verið nokk. Hvørjar meiningar hesi fólk høvdu um alheimin og tilveruna er púrasta óviðkomandi tá talað verur um rættarmál og revsing fyri tílíkt brotsverk. Fólk kunna broyta meining frá degi til dags, men man kann aldrin broyta hvørjar forfedrar man hevur.