Postar merktir ‘objektivitetur’

Gott er ikki Guðs

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Sum gudloysingur verður ein ofta spurdur, hvaðan hugtøkini  rætt og skeivt stava, um Guð ikki er til. Tað er tó ivasamt, hvussu hetta skal skiljast. Um tankin er, at gudloysi er siðloysi, sum førir til óreint sjálvsøkni, so hevur spyrjarin avdúkað sítt egna trongskygda hatur. Vert er eisini at vísa á, at spyrjarin onga tænastu ger sær sjálvum við at halda fast við, at trúgvandi tørva áhaldandi eftirlit fyri at tíggja sær væl. Tað lýsir trúgvandi sum bangin bølmenni heldur enn sum oddafólk fyri tí góða. Guð verður í sama viðbragdi forfjónaður til ein himmalskan Gestapo.

Lat okkum tískil fyri Guðs skyld tulka spurningin við einum veti av vælvild. Tankin er ikki, at gudstrúgv ger summi betri enn onnur. Nei, moralur er líkur lógunum. Grundin til, at eitthvørt er forboðið, er, at tað stendur í lógini. Men onkur má hava skrivað lógina. Hon kom ikki burtur úr ongum. Somuleiðis kunnu vit hugsa okkum orsøkina til, at okkurt er skeivt, man vera, at ein evsti myndugleiki hevur ásett, at soleiðis skal tað vera.

Hetta er bert ein samanbering til at lýsa støðuna, og ein samanbering er í sjálvum sær ongin próvgrund. Støðan er í stuttum, at rætt og rangt er tað, ið Guð er fyri og ímóti, ávikavist. Lystir einum at taka undir við hesum, er onki galið við tí. Støðan er innanhýsis samanhangandi. Stundum fara trúgvandi tó eitt stev út um støðuna, og siga, at bert henda støðan, og ongin onnur, kann greiða frá morali. Tá tað kemur so vítt, kunnu vit tað sama ripa nevan í borðið, tí eg havi aldrin sæð nakra haldgóða próvførslu fyri, at so er. Eitt er at siga seg hava eina loysn. Nakað innbilskari er tað kortini at avskriva allar aðrar møguligar loysnir frammanundan.

Mítt svar til støðuna er, at (more…)