Postar merktir ‘Ólavsøka’

Ólavsøkuspurningar! – langt um leingi

Gudloysi logoEitt sindur leingi varð at bíða til vit tóku okkum saman at koma við svarunum, men nú koma tey endiliga (takk til Snorra Brend fyri spark í reyvina). Vónandi eru tað ikki alt ov nógv av tykkum, sum vit hava skuffað við okkara sløvheit. Til tykkum sum ikki vita/minnast hvat vit snakka um, so høvdu vit ein spurnarkassa frammi í okkara bási á Ólavsøku til fólk at koyra spurningar í, sum vit lovaðu at svara á okkara heimasíðu. Har komu ikki serliga nógvir spurningar í kassan og hetta er stórsta grundin til at tað hevur tikið so langa tíð. Vit hildu ikki at fólk gingu spent og bíðaðu eftir svarunum. Summi spurdu okkum uttan at koyra spurningin í kassan og var tað mest spurningar um hvat vit vilja sum felag, og hvat meiningin var við at hava ein bás á Ólavsøku.

Tað ber til at lesa eitt sindur um hvat Gudloysi er til inni á “Um okkum” og eitt sindur um gudloysi generelt á “Spurningar”, men í stuttum eru vit til at upplýsa um gudloysi, arbeiða fyri sekularisering og virka sum netverk fyri gudloysingar. Ólavsøkubásurin var har fyri at varpa ljós á at vit eru til og at greiða fólki frá hvat felagið vil.

Her koma spurningarnir úr spurnarkassanum:

Kenna tykur tað ontologiska argumentið? (meira…)

Rættleiðing til portal.fo

Sum fyriskipari av okkara lítla Ólavsøkutiltakið var tað rættiliga týdningarmikið fyri meg at vit øll vóru samd um hvat tað var vit vildu við tí.

Tí var tað nokkso keðiligt at síggja portalin ákæra okkum fyri at gera júst tað, vit ikki ætlaðu okkum. Sjálv yvirskriftin avdúkaði, at raportarin hjá portalinum ikki hevði skilt hvat vit vóru har til, hóast hann hevði verið og vitja okkum og práta við Sigmund og Heina, sum stóðu har ta løtuna.

Vit vilja undir ongum umstøðum og als ikki missionera. Vit vóru har fyri at fortelja fólki um hvat tað er at vera gudloysingur og hvat vit vilja sum felag. Vit vildu undir ongum umstøðum venda fólki frá trúnni, og vit hava ongan áhuga í at vera bólkað saman við fólki, ið vit halda trýsta sína trúgv niður yvir onnur.

Tí vil eg fegin gera vart við at Gudloysi tekur frástøðu frá serliga yvirskriftini hjá portalinum, men eisini brotum, sum raportarin letur sum eru sitat (hevur sett í gásareygu), sum Heini Reinert skal hava sagt, men hvørki hann ella Sigmund Vestergaard søgdu. Ongin nevndi nakrantíð hugtakið at missionera niðri í básinum, og um tað var tikið upp tá, so hvødu Sigmund og Heini báðir afturvíst tankanum um, at tað var tað vit vildu.

Um tað vit gjørdu, kann kallast at missionera, so er tað eisini at missionera, tá mann ger vart við, at har finnast fólk, ið eru samkynd. At royna at fáa fólk at trúgva uppá okkurt (ella lata vera) og at upplýsa um eitthvørt, er ikki tað sama.

Vinarliga,

Ása Johannesen