Postar merktir ‘próvførsla’

Framløga um vitugt snið

http://www.gudloysi.fo/media/Video/IntelligentDesign2011.flv

Herfyri helt eg hesa lítlu framløgu um Vitugt Snið fyri Leeds Atheist Society. Framløgan er leysliga grundað á ein heimspeki essay eg skrivaði um evnið.  Ljóðgóðskan er heldur vánalig og evnið er ikki líkafram lættisoppa, men eg vóni at mín boðskapur er skilligur kortini.

Ávaring! Heimspeki

Menning og læran um menningarlæru

Evolutión er av einklastu vísindum at forklára og verja. Hví eru tá so nógv, sum ikki vilja viðurkenna tað vísindin hevur at siga okkum, um júst hendan partin av veruleikanum uttanum okkum?

Lat meg fyrst greiða frá, hvat eg meini við evolutión í hesum samanhangi: útvikling av plantum ella djórum frá øðrum, sum als ikki líkjast teimum. Til dømis frá fiski til fugl. Hendan definitiónin tekur ikki støðu til hvussu menningin fer fram, og tískil sigur hon onki um pástandirnir hjá millum øðrum Darwin hesum viðvíkjandi. Tvs. um Darwin hevur rætt ella fer skeivur, hevur onga ávirkan á hetta argumentið.

Lat okkum byrja við at forklára, so stutt sum gjørligt, hvat kjarnin í evolutión er. Tað fari eg at gera, við at (meira…)

Guðs duldarfulla andlit

Read this in EnglishUnion Flag

Endamál

Í hesum stílinum fari eg at próvføra fyri, at modala útgávan av kosmologisku próvførsluni fyri tilveru Guðs annaðhvørt ikki er haldgóð1 ella at hon ikki gevir trupulleikar fyri gudloysi.

Stutt um hugtakið ’Guð’

Eg gangi út frá, at vit við orðinum ’Guð’ meina eina tilvitaða veru, ið er ánari av klassisku aleginleikunum, t.e. alvitan, alvald, alnánd og alvælvild. Einhvør tilvitað vera, ið kann sigast at hava skapt heimin, hevði tó verið nóg mikið í hesum høpinum. Eg viðgangi gjarna, sum átrúnaðarligi viðmerkjarin, Alan Watts, sigur í einum fyrilestri, at ’framkomin kristin [...] hugsa útum myndir’ og ’ímynda sær ikki, at Guð er ein kosmiskur pápi við hvítum skeggi, ið situr á eini gyltaru trúnu yvir stjørnunum (Watts, 1996, s. 74).’

Nóg mikið er at siga, (meira…)

Óndskaparinnar tvørsøgn

Epikurus (341 f.kr. – 270 f.kr.)

Heini Reinert týddi

Hevur Guð viljan at forða óndskapi, men ikki førleikan?
Íðan, so er hann ikki almáttugur.
Hevur hann førleikan, men ikki viljan?
Íðan, so er hann óndsinnaður.
Hevur hann bæði førleikan og viljan?
Íðan, hvaðani kemur so óndskapur?
Hevur hann hvørki førleikan ella viljan?
Íðan, hví so rópa Hann Guð?