Postar merktir ‘samleiki’

Gudloysingar eiga ongar sangir

ForsíðaÍ sanginum ‘Atheists Don’t Have No Songs’ (Gudloysingar eiga ongar sangir) tekur Steve Martin so hjartaliga synd í okkum gudloysingum, at vit ikki eiga nakrar sangir líkasum tey trúgvandi.

So væl mær annars dámar sangin hjá Steve Martin og The Steep Canyon Riders, helt eg ikki at Steve í grundin hevur nakra orsøk at tykjast so synd í okkum. Nóg mikið av tónleiki er til, ið onkursvegna stuðlar undir eini sekulerari heimsmynd.

Trupulleikin man heldur vera, (more…)

Eg orki ikki fyri heitinum “Ateist”

Hví skal eg definera meg sjálvan sum tað mótsatta av eini institutión so tápuligari, skaðiligari og primitivari sum religión? Hví skulu tey, sum definera seg sjálvi sum trúgvandi, teist, ella annað tápuligt, sleppa at bestemma hvat eg skal kallast?

Eg eri eisini a-jólanissist, tvs. at eg trúgvi ikki at jólamaðurin er til. Eg eri eisini a-astrolog, tvs. eg eri ikki samdur í, at okkara framtíð kann spáast útfrá hvar planetirnar eru staddar.

Men hetta mugu tey “trúgvandi” sjálvi um at kalla meg. Eg nokti at (more…)