Postar merktir ‘sekularisering’

Gerðir teirra trúgvandi vitna sanniliga um ein lítlan Guð

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Tað má vera eitt syrgiligt lív at liva, um ein ikki hevur nakað betri at ganga uppí  enn at allar barnabøkur partú skulu vera líka fordømandi, sum ein sjálvur. Eiheldur hjálpir tað, at frásiga sær ábyrgdina av eins egnu fordómum við at skjóta teir í skógvarnar á einum ímyndaðum hægri myndugleika. Tað er í grundini bert eitt tekin uppá lágt sjálvsálit og vantandi persónligt dirvi til at standa til svars fyri egnar meiningar.

Tað er merkisverdugt, at okkum aldrin tørva at ákalla okkum samtykki Guðs fyri at grundgeva fyri veruligum sannroyndum; ongin hevur nakrantíð hildið fast við, at jørðin snarar um sólina, at alheimurin er uml. 14 mill. ára gamal, ella at svørt, samkynd og ótrúgvandi sjálvandi skulu hava somu rættindi sum hvít, hinskynd og trúgvandi bert tí Guð sigur, at so er. Ístaðin síggja vit tað øvugta; sólin snarar um jørðina, tí Guð sigur tað, alheimurin er 6000 ára gamal, tí Guð sigur tað, og svørt, samkynd og ótrúgvandi eru annanrangsborgarar, tí Guð sigur tað. Guð verður brúktur til at grundgeva fyri tí grundleysa, at rationalisera tað irrationella, og at rættvísgera tað órættvísa.

Hvat Guð sigst at halda, er søguliga ein betri trygging fyri, at okkurt er ósatt enn at tað passar. “Guð” hevur nær altíð tikið feil fyrr. “Guð” tekur eisini feil hesaferð. Um eg var Guð, og reint faktiskt var til, hevði eg verið illari inná trúgvandi enn gudloysingar. Onki er so Guðsspottandi sum at leggja Guði orð í munnin. Um ikki annað eru vit gudloysingar so mikið virðingarfullir yvirfyri Guði, at vit altíð geva honum høvi at tala fyri seg sjálvan.

Tíverri hevur hann aldrin tikið av okkara tilboði. Ella, um hann hevur, so er hansara rødd vorðin druknað í sjóðinum av øllum teimum mótstríðandi røddunum, ið allar siga seg tala hansara vegna um etisk mál. Í mun til hesar røddirnar, so eru etisku meiningar gudloysinga so mikið sterkar, at okkum ikki tørva yvirnáttúrligar undanførslur og umberingar fyri at hava tær.

Guð er eitt óneyðugt ískoyti, um ein hevur grein í sínum máli.

Alt og tað heila

Mynd av EyðbjørnTá Óli Breckmann segði “…berføttu dadluetandi jihadistunum niðri í Miðeystri…” kom eg at hugsa, at í Føroyum hava vit Crocs berandi, vaniljusnurlajótrandi kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin. Felagseyðkennini eru ræðandi. Báðir partar hava mullah’ir, og ein yvir mullah enntá eisini. Báðir partar orka ikki fyri humanistiskum broytingum – og báðir partar blanda politik og trúgv í ein peruvelling.

Eg haldi at føroyingar eru blivnir raskari at siga frá, at siga “nei, hetta finni eg meg ikki í.” Hitt við “tað gongur nokk,” er meira ella minni horvið.

Micheal Corleone segði einaferð í Godfather II “…keep your enemies closer.” Tí hyggi eg onkuntíð inn á hesa síðuna. Eg havi sæð SAW filmarnar uttan at krympa tær, men handa síðan fær meg at ivast í míni medmenniskju.

Tá eg hugdi á hana seinast, fann eg (more…)

Svar til sekulariseringsspurningar

Gudloysi logoVit hava fingið nøkur svar til spurningarnar um sekularisering, sum vit sendu út til flokkarnar.

Ikki nógv valevni hava svarað, og ein gloymdi at siga hvør svaraði, men vit hava gjørt eitt yvirlit og koyrt øll svarini á hesa síðuna her á Gudloysi.

Summir flokkar hava onki valevni, sum hevur svara. Tí kunnu vit ikki so væl geva tykkum statistikk yvir teir flokkarnar. Vónandi svara nøkur afturat.

Vinarliga,

Gudloysi

Spurningar til valevnini 2011 um sekularisering

Gudloysi logoGóðu valevni,

Sum eitt felag, ið millum annað vil arbeiða fyri sekularisering, hava vit, nú val er í hondum, sjálvandi áhuga í at vita, hvørjar meiningar tit valevni hava viðvíkjandi hesum máli. Tí vilja vit her spyrja tykkum nakrar ítøkiligar spurningar um mál, vit meta hava týdning í sambandi við sekularisering. Til ber at býta spurningarnar upp í høvuðsevnini “Fólkakirkjan” og “Fólkaskúlin,” tí vit meta, at júst í sambandi við hesar stovnar hevur vantandi sekularisering neilig árin á okkara samfelag.

Til ber at svara spurningunum við tali á einum stiga frá eitt til fimm, har tølini merkja:  

1: Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí

2: Nei

3: Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti

4: Ja

5: Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí

Hesin talstigi loyvir tykkum at hava eina ideologiska støðu til eitt evni, samstundis sum tit kunnu velja, hvørt tit siga, um tit ætla at arbeiða fyri/ímóti nevnda málinum.

Tit eru eisini vælkomin at skriva tykkara egnu viðmerkingar aftur at tí talinum, tit seta sum svar til hvønn einstakan spurning.

At enda stendur tað tykkum sjálvandi frítt at lata einstakar spurningar ella allar standa ósvaraðar. (more…)

Botanisk Rationalisma

Nú havi eg grenja nógv tað síðstu tíðina. Mínar seinastu bloggur hava verið rættuliga neiligar, men nú eri eg so gott í gongd, so eg haldi áframm eina løtu avtrat. Berið yvir við mær

Ein íðin, kristin og Føroyskur bloggari hevur júst skrivað ein blogg, sum eftir mínari meining er rættuliga óerligur og sleiskur, so eg kann ikki halda mær at viðmerkja bloggin eitt sindur.
(more…)