Postar merktir ‘skeptisisma’

Skeptisisma?

Í dag broytti eg mína Facebook vangamynd til eina reyða sløjfu í sympati við AIDS sjúklingar og avvarandi. Tað plagi eg at gera, tí eg haldi HIV er ein ófantaligur virussur, at hann skal vera so ringur at drepa, og fer so illa við fólki.

Tí frøddi tað meg eisini at hoyra, at pávin í Róm hevði funnið útav, at hítir kanska eru smartar viðhvørt, og tí ikki longur bannar øllum brúki av hítum. Hetta hóast hann enn heldur vit skulu hava so nógv børn sum gjørligt, og at vit synda forferdiligt um vit mogga, uttan at hava børn í kvittanum (høhø).

Flestu fólk eg eri vinur við á Facebook, vita at eg eri gudloysingur, lívfrøðingur og skeptikari, so flest teirra royna ikki at yvirbevísa meg um ymiskt yvirnáttúrligt ella gand osfr. Tí var eg eitt sindur hálvskelkað at fáa eini boð frá einum Facebook vini, sum eg møtti á bólkinum hjá Flúgvandi Spagetti Monstrinum (ateistar og vísindasinnað fólk, heila bundtið), um hvørt hann kundi útfordra mínar holdningar um AIDS. Hann segði, at hann visti eg var líka skeptiskt annløgd sum hann, og at hann tí helt eg fór at halda tað vera áhugavert, sum hann hevði at siga. Tað hann visti um AIDS var nevniliga, at tað bara er ein spurningur um at hava góða immunverju. Hann helt at sjúkur so sum AIDS, krabbamein og forkølilsi ongin trupulleiki vóru, um vit bara ótu nóg sunt og ikki misbrúktu rúsevni. (more…)

Logiskar villininiðurstøður og skeptisisma

Líkasum eg eri ateistur, so eri eg eisini skeptikari. Mín ateisma, kann sikkurt enntá kallast ein avleiðing av skeptisismu. Tíðskil er skeptisisman fyri meg, kanska meira týdningarmikil enn ateisman. Eg haldi, tað generelt vera eitt gott hugskot, at man ikki letur seg villleiða av øllum møguligum fjákutum pástandum, men ístaðin hyggur skeptiskt at teimum og síðan avgerð hvørt teir eru verdir at brúka tíð uppá.
Eitt ótrúliga hent amboð tá ein skal verða kritiskur er, tað sum á enskum kallast “logical fallacies” ella logiskar villininiðurstøður á Føroyskum.
(more…)