Postar merktir ‘skúli’

Etikkur ístaðin fyri kristni?

Í Australia er tað soleiðis, at kristniundirvísing ikki er partur av nøkrum landsumfatandi pensum, men skúlar, sum hava “chaplains” skulu bjóða ein tíma um vikuna í undirvísing í átrúnaði. Hetta stendur “The National School Chaplaincy Association” fyri. Heimsaíðan hjá teimum vil vera við at 34% av fólkaskúlum í Australia hava ein “chaplain” og tey harmast um hini 65% prosentini, sum ikki hava (veit ikki hvar tað manglandi prosentið er).

Nú er tað tó blivið soleiðis, at skúlar summastaðni í Australia kunnu bjóða undirvísing í etikki til tey børnini, har foreldrini hava sagt nei til undirvísing í átrúnaði. Har var stór mótstøða ímóti tiltakinum, serliga frá kirkjuni (tí tað høvdu vit als ikki væntað). Tað kom ivaleyst óvart á, at heili 47% av børnunum, sum høvdu kristniundirvísing fóru at droppa út. Kristin í Australia eru sjálvandi óð um hetta, og siga at hetta tilboð er ikki til fyri at undirvísa børnum í etikki, men (Tikið frá The Sydney Morning Herald):

“to not only remove Jesus Christ from the state school system, but from the consciousness and hearts of the next generation”.

Hetta er bert ein roynd beint nú og sambært greinini hjá Herald, so kann væntast at tilmelding til kristni fer at fella við 60%, um foreldrini sleppa at velja í næsta ár.

Hetta haldi eg er sera áhugavert. Vil tað siga, at har finnast so nógv foreldur, sum ikki vilja hava síni børn at hava kristni? Ella halda tey kanska bara at etikkur hevði verið betri enn kristni? Uttan mun til motivatiónina, so má eg siga, at eg haldi møguleikin at velja, er eitt framúrskarandi tiltak, sum vit í Føroyum skuldu tikið til okkum. Undirvísing í etikki hevur nógv at siga, umframt undirvísing í at hugsa. Eg haldi tað er nógv betri fyri eitt barn at læra seg at meta um hvat er rætt og skeivt, og meta um trúðvirði á tí tað fær at vita, enn at læra hvat ein persónur fyri túsundvís av árum síðani helt vera rætt og skeivt.

Men tað er kanska bara eg?

Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla?

sosialurinlogo

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting og Sosialinum 5. – 6. Juni, 2002.

Skrivað hevur: Høgni av Heiði

Tann ráðandi lívsáskoðanarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum maktpolitikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini!

Sum so mangir aðrir valdsharrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavaldskongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Afturfyri sín stuðul til einavaldskongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-lutherska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gudleysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demokrati, og aðrar lívsáskoðanir vórðu loyvdar.

(meira…)