Postar merktir ‘tjóðsangurin’

Tjóðsangurin ikki í vanda av Gudloysi

mannarættindiniSjeynda september skrivaði Regin Eikhólm eitt lesarabræv kallað “Hjúnaband ella løggilt parlag – vit fáa brúk fyri báðum!” Lesarabrævið hevur ikki nógv upp á seg. Regin er eyðsæð við upp á javnrættindi eftir apartheid-prinsippinum; samkynd mugu gjarna fáa sína egnu gongubreyt, so leingi, sum tað er teimum bannað at ganga á gongubreytini hjá okkum hinskyndu.

Eg vil tó gjarna byrja við at viðgera endan á lesarabrævinum hjá Regini:

“P.S. Skal Løgtingið treytaleyst taka til eftirtektar, um nú “Gudloysi” ynskir broyting í tjóðsanginum, so tey eisini kunnu syngja við – uttan Gud?”

Álvaratos! Tað undrar meg ferð eftir ferð, at sjálvútnevndir verjar fyri søguligari siðvenju eru so skjótir at avdúka, hvussu lítið teir vita um sama.

Regin kann veruliga ikki vera so fákunnugur, at hann ikki veit, at vit í Føroyum – í mun til í summum øðrum londum – onga siðvenju hava fyri at lógarfesta tjóðsangin. Hvat hevur Løgtingið við sakina at gera? Løgtingið hevur aldrin tikið avgerð um, at “Tú alfagra land mítt” skuldi vera okkara tjóðsangur fram um t.d. “Eg oyggjar veit.” Ta avgerðina hava vit Føroya fólk øll tikið í felag, og stendur tað okkum eisini frítt at broyta hana aftur í felag, uttan at Løgtingið nýtist at vera blandað uppí.

Sum gudloysingur stendur tað mær frítt at syngja við, lata vera við at syngja, broyta orðini ella, ja, syngja ein heilt annan sang, um eg endiliga vil – heilt uttan at vera í vanda fyri at verða handtikin! Ein gudloysingur, eg kenni, fortaldi mær, at hann plagar at syngja “ja dude signið Føroyar, mítt land.”
Eg hevði verið ógvuliga bilsin, um nakar nakrantíð hevur uppdagað hesa broytingina. Tað er hóast alt eisini gamal siður í Føroyum at hava akvavitt í æðrunum og ropa heldur enn syngja orðini, tá tjóðsangurin skal endurgevast. “Dude signið Føroyar, mítt land” er neyvan tað størsta brotsverkið, ið er framt ímóti Símuni av Skarði.

Sjálvur havi eg nú í mong ár gingið runt og sagt “Nudla signið teg” heldur enn “Guð vælsignið teg,” tá fólk njósa, og higartil hevur ongin látist um vón.

Fólkaræði – ella um ikki annað ein vánalig roynd upp á fólkaræði – er eisini gamal siður í Føroyum. Løgtingið er hóast alt eitt av heimsins elstu tingstøðum. Tað undrar meg tískil, at Regin spyr, um Løgtingið treytaleyst skal taka til eftirtektar, um nú Gudloysi ynskir onkra broyting. Hvør skal siga, at hetta er ein góð samanbering til at lýsa, hví Løgtingið ikki skal taka tað til eftirtektar, tá LGBT Føroyar ynskir broyting í hjúnabandslógini. Sjálvandi skal Løgtingið taka tað til eftirtektar, um fólkið ynskir eina broyting! Tað er tað, sum tingið í einum fólkaræði er til!

Tað er misvísandi, tá Regin í sínum lesarabrævi óbeinleiðis setur líkheitstekin millum tað, at vera hinskyndur føroyingur, og tað, at vera kristið mótstøðufólk av samkyndum hjúnabandi. Ynskið um broyting í hjúnabandslógini kemur ikki einans frá samkyndum. Nógvir eru hinskyndu stuðlar LGBT Føroya, og øll okkara eru ikki kristin. Kristindómurin eigur ikki einkarætt upp á hjúnabandið. Mangar vóru vígslurnar, áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar. Ella heldur Regin í síni søguligu fávitsku kanska, at ongin føroyingur varð giftur, fyrr enn Sigmundur Brestisson beyð okkum at velja ímillum kærleika Jesu og hatur svørðsins?

Tað sigur ikki lítið um, hvussu langt vit í Føroyum eru komin við at góðtaka samkynd, og hvussu stutt vit eru komin við at góðtaka gudloysingar, tá Regin kennir seg noyddan at venda sær til ræðsluna fyri gudloysingum fyri at rættvísgera mismun ímóti samkyndum.

Sømuligt er tað tó ikki.

Og nei, Gudloysi leggur ikki stórvegis í tjóðsangin, tá samkynd ikki hava javnrættindi, kritikkur av átrúnaði er ólógligur, fólkaskúlalógin býður okkum at trútta kristnu trúarlæruna niður í børnini o.s.fr.

Vit hava nógv týdningarmiklari mál enn tjóðsangin at taka okkum av.

Vegna Gudloysi
Heini Reinert, skrivari

Gudloysi.fo

Merki: