Postar merktir ‘valstríð’

Trúarfrælsi og sekularisering

mannarættindiniÍ Føroyum eru fleiri lógir galdandi, sum avmarka persónligt frælsi uttan nakra serliga góða orsøk. Ofta eru hesar lógir grundaðar á kristin virði, sum summi vilja hava okkara land at vera bygt á.

Vit meta ikki, at ein ávísur átrúnaður eigur at sleppa at avgerða hvat vit gera sunnudagar ella hvat okkara børn læra í skúlanum. Hinvegin halda vit tað vera í beinleiðis andsøgn við trúarfrælsi.

Millum vitjandi á heimasíðuni hjá Gudloysi (gudloysi.fo) søgdu 59% seg vilja velja sín flokk frá til fyrimuns fyri ein annan flokk, um hesin vil tryggja einar meira sekulerar Føroyar.

Tískil valdu vit at spyrja okkara valevni nakrar fyri okkum sera viðkomandi spurningar. Hesir spurningar snúgva seg um trúarfrælsi, persónligt frælsi og talufrælsi. Sum einasta felag í Føroyum, vilja vit virka fyri 100% trúarfrælsi fyri øll. Hetta merkir, at ongin átrúnaður fær sersømdir í Føroyum framum nakran annan. Vit vóna, at fríkirkjur, ikki-kristin trúarsamfeløg og tey uttan trúgv á henda hátt kunnu fáa javnbjóðis sømdir her á landi við tey, ið hoyra til fólkakirkjuna.

Vit spurdu:

  • Er tíðin komin til at avtaka blasfemiparagraffina (§140 í revsilógini) í Føroyum?
  • Skal fólkaskúlin gevast, at uppala børn til at vera kristin? (§2, stk3 og §6 í fólkaskúlalógini)
  • Skulu fyritøkur kunna skipa sítt egna virksemi uttan forðanir frá halgidagslógini? (t.d. §5)
  • Skulu tvey av sama kyni kunna giftast á jøvnum føti við hinskynd?
  • Skulu kvinnur hava fullan avgerðarrætt til fosturtøku?
  • Skal fólkakirkjan setast á javnt føti við onnur trúarsamfeløg fyri soleiðis at tryggja fult trúarfrælsi í Føroyum?

Vit spurdu eisini hvørt valevnið vildi arbeiða miðvíst fyri ella ímóti hesum málum.

Vónandi svara nógv valevni, soleiðis at veljarar við sekularisering og trúarfrælsi sum hjartamál vita, hvar krossurin skal setast.

Vegna Gudloysi, Ása Johannesen