Postar merktir ‘Victoria Wild’

Victoria, Jenis og talufrælsi

Eftir at hava lisið bloggin hjá Agnari um Victoriu Wild, fekk eg hug at skræða meg. Eg eri ósamdur við Agnari. Opinleiki er ein tann mest týðandi lykilin til demokrati. At leggja upp til, at Victoria ikki skal upptraðka í fjølmiðlunum, er tað sama sum at bakka.

Um Miðflokkurin bakar breyð uppá deiggi hjá Victoriu Wild, sigur tað mær bert hvussu vánaligan moral flokkurin hevur.

Tað skal heldur ikki undirmetast at tað er demokratiski rætturin hjá Miðflokkinum at verða til. Eg frøðist sjálvur um, at føroyingar eru somikið tolsamir, at teir kunna tola ein slíkan flokk í Løgtinginum.

Vælvitandi um at umboð úr Miðflokkinum hava eina heldur ivasama støðu til talufrælsi og demokrati sum heild, so er tað bert uppgávan hjá Løgtingsformanninum at halda skil á teirra upptraðkan á Løgtinginum.

Tað er ikki nøkur loyna at eg haldi Hergeir ikki hevur verið sína uppgávu vaksin, og tað er mín vón at tað til næsta val verður kosin ein stinnari og kanska strangari persón til ta uppgávuna.

Í øllum grannalondum okkara finnast flokkar, ið royna at skora bíligar atkvøður uppá gott gamalt xenofobi. Tað er ikki nakað nýtt, heldur ikki Føroyum. Men tað merkjur ikki at Victoria Wild skal innrætta seg eftir tí. (more…)