Postar merktir ‘Víðgongd sjónarmið hóvlig átrúnaður bíblian kristin tulking’

Víðgongd átrúnaðarlig sjónarmið

Um ein tekur bíblinua bókstaviligt og tildømis heldur at konufólk eru minni verd enn mannfólk, ella at tað er forkastiligt at vera samkyndur, verur ein kallaður víðgongdur, serliga av teimum hóvligu trúgvandi, ið ikki taka undir við tílíkum sjónarmiðum. Tey hóvligu siga javnan at tey, ið kalla seg kristin og samstundis fordøma janvrætt og samkynd tulka bíbliuna á ein víðgongdan hátt.

Eg vil pástanda at tá tað kemur til bíbliutulking er tað ikki tulkan, men bókstaviligur lesnaður, ið ger ein víðgongdan, tí tað stendur svart uppá hvítt í bíbliuni at konan er undir manninum og at samkynd eru forkastilig. So um nøkur tulking fer fram má tað vera hjá teimum hóvligu kristnu. Tað eru tey, ið hava funnið einhvønn hátt at síggja burtur frá teimum andstyggiligu ørindunum í bíbliuni.

At vera samdur við tí, ið í bíbliuni stendur skuldi heilt einfalt verið at verið kristin, men so einfalt er tað ikki í dag. Hóvlig kristin burturforklára flestallar partar av bíbliuni, ið ikki liva upp til nýmótans moralskan standard. Tað eru hóvlig kristin, ið tulka bíbliuna til hon ikki er at kenna aftur, og ikki víðgongd kristin.

Trupulleikin við jihad, Ísrael/Palestina og kristiligum afturhaldssinnaðum fanatikarum í dag er ikki víðgongd tulking av bíbliuni, tora’ini ella koranini, men bókstaviligur lesnaður. Um trupulleikin bara var víðgongd sjónarmið so skuldi tað verið galdandi fyri allar trúgvir, at um tú var víðgongdur so var tú ein trupulleiki fyri onnur. (more…)