Postar merktir ‘vísindi’

Menningarlæran úti fyri ágangi

Í 2007 bleiv framlagt og viðtikið eitt uppskot til eina resolutión viðvíkjandi tí ágangi sum vísund, nærmari bestemt evolutión, er úti fyri allastaðni í Europa. Hetta vísur klárt hvat tað er sum hendur rundan um okkum og hvussu forsprákarar fyri kreationismu og intelligent design royna at sníkja teirra trúgv inn í undirvísingina í vísund.

Hon er at finna her: http://bit.ly/bbhkVd

Hesum hevur millum annað okkara lokali ID-fortalari og kreationistur, Høgni Johannesen fingið ilt í reyvina av. Eg ætli mær slett ikki at viðgera nakað hann hevur skrivað um tað, tí tað er, sum ikki einaferð, ikki vert at brúka mína tíð uppá. Men eg gevi her mítt boð uppá hvussu eg síggi hesa resolutiónina og hvat hon kann siga um Føroyar.

Intelligent design og kreationisma er tað sama, so eg kalli tað bara fyri ID undir einum frá nú av.

Uppskotið vísur á eina rúgvu av dømum, um at royndir eru gjørdar at tvinga ID inn ella menningarlæruna út úr vísundaundirvísingini. Hetta hendur í flestøllum londum í Europa, og er eisini við at vinda uppá seg í Føroyum.

Málið hjá ID er undirvísing og tey trúgvandi stríðast hart fyri at fáa teirra læru við í tað pensum sum umfatar vísund. Tó kann ID ikki pástanda at vera ein vísund.

ID er ein roynd at klæða religión út sum vísund, fyri síðani at fáa hana inn í okkara skúlar sum vísund. Hetta var fyrstu nógvu árini í stóran mun eitt Amerikanskt fyribrygdi, men nú eru hesir tankar á veg til Europa og til okkara egnu skúlar.

Hesin ágangur á menningarlæruna er við at vinda uppá seg í Føroyum eisini, so tað er uppá tíðina at fólk sum vilja okkara ungu og okkara landi tað besta, taka seg saman og gera okkurt við hetta.

Sum eg skilji tað, er standurin ringur í Føroyum. Eg veit at lærarar nógvastaðni aftra seg við at nevna menningaræruna, tí teir vita at so fáa teir nøkur av foreldrunum ella skúlaleiðsluna uppá nakkan.

Tískil er tað enn meira umráðandi at fáa eina líknandi lóg í Føroyum enn aðrastaðni. Tað kann vera at ID ikki hevur innivist í vísundaundirvísingini, men menningarlæran hevur tað so sanniliga heldur ikki. Hetta er fúl skomm og eigur at smakka illa í munninum hjá bæði skúlaleiðslum og mentamálaráðnum, sum umsitur skúlarnar og avger hvørjum børnini skulu móttaka undirvísing i.

Eg haldi at vit við fyrimuni kundi tikið undir við hesi resolutiónini hjá Europaráðnum, so at vit kunnu tryggja at undirvísingin í okkara skúlum kann halda sama støði sum í londunum rundanum okkum, og ikki blívur avskeplað av religiøsari uppíblandan.

 

Framløga um vitugt snið

http://www.gudloysi.fo/media/Video/IntelligentDesign2011.flv

Herfyri helt eg hesa lítlu framløgu um Vitugt Snið fyri Leeds Atheist Society. Framløgan er leysliga grundað á ein heimspeki essay eg skrivaði um evnið.  Ljóðgóðskan er heldur vánalig og evnið er ikki líkafram lættisoppa, men eg vóni at mín boðskapur er skilligur kortini.

Ávaring! Heimspeki

Týdningurin av at børn læra um menning

Steve Pinker, professari á Harvard University, greiðir frá týdninginum av at undirvísa í menningarlæruni.

YouTube Preview Image

Serstakliga viðkomandi nú um stundir tá kelduskúlin hevur meldað út at tey ætla at undirvísa mytologi í lívfrøðistímunum.

Mørk

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.

Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva (more…)

Heðin Lamhauge og vísind

Í lesarabrævi 16/2 skrivar Heðin Lamhauge fylgjandi:”Vísindin hevur als ikki havt løtt kor upp ígøgnum tíðirnar. Ymiskar mentanir og heimsáskoðanir hava mangan staðið ímóti og misnýtt vísindina. Vísindamaðurin Nicolaus Copernicus (1473-1543) stóð sera einsamallur í sínum kollveltandi sjónarmiði um, at jørðin ikki var miðdepilin í alheiminum. Men tíbetur sigraði vísindin, og í dag nýta vit gott av hesum frambroti. Myndin í dag er heldur øðrvísi, men søgan endurtekur seg mangan.”
Tað er púra rætt, at vísind ikki altíð hevur havt so góð kor. Heðin gloymir bara at nevna, at orsøkin nærum altíð hevur verið átrúnaður í einum ella øðrum hami. Á døgum Kopernikusar blivu fólk brend á báli fyri at hava eina skeiva meining, t.v.s. eina meining, sum ikki samsvaraði við meiningina hjá tí ráðandi kirkjuni. Kopernikus var ein gløggur maður, og sum prestur kendi hann allarhelst kirkjuna inn og út, og tískil almanna kunngjørdi hann aldrin sínar hugsanir. Tað var ikki fyrr enn aftaná hansara deyða, at bókin hjá Kopernikus kom út. So trong kor hevði vísind á hansara døgum orsaka av átrúnaði.

(more…)