Kirkju-úrmelding

Summir gudloysingar vilja helst ikki vera limir í fólkakirkjuni, men vita ikki heilt hvussu mann ber seg at fyri at melda seg út. Tí gjørdu vit av at hava eina vegleiðing liggjandi her.

Tað stutta av tí langa er, at tað er neyðugt at seta seg í samband við sóknarprestin har mann býr. Niðanfyri er ein vegleiðing vit hava fingið frá fólkakirkjuni:

  • Er talan um barn ella ung undir 18 ár, er tað viðkomandi, ið hevur foreldramyndugleikan, ið tekur avgerð um hetta. Ungdómur, ið er fyltur fimtan ár, skal tó sjálvur eisini taka undir við avgerðini.
  • Ein kann ikki vera limur í fólkakirkjuni og aðrari trúarsamkomu samstundis. Um ein fer í aðra trúarsamkomu, verður ein tó ikki av sær sjálvum skrásettur sum farin úr fólkakirkjuni.
  • Útlimanin fer fram við skrivligari fráboðan til sóknarprestin ella kirkjuskrivstovuna, í tí kirkjusókn ein býr í.
  • Tá ein boðar frá, at ein ynskir at fara úr fólkakirkjuni, skal ein boða frá, hvar og nær ein er føddur og doyptur.
  • Um ein limur, ið er doyptur í Danmark men býr í Føroyum, ynskir at fara úr fólkakirkjuni, skal fráboðanin sendast sóknarprestinum ella kirkjuskrivstovuni í tí kirkjusókn, har viðkomandi býr.
  • Tá ein limar seg úr kirkjuni, verður hetta fráboðað fólkayvirlitinum í kirkjusóknini og Landsfólkayvirlitinum.
  • Kirkjuskattur og skattamál eru persónsmál. Mælt verður tískil hinum einstaka at kanna eftir hjá TAKS, hvørt hesi viðurskifti eru komin í rættlag.

Upplýsingar um navn og bústað hjá sóknarprestum í bústaðarsóknini eru at finna á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni . Har eru somuleiðis skrivstovutíðir, upplýsingar sum tlf. nr. o.a. at finna.

Um ein seinni aftur ynskir at gerast limur í fólkakirkjuni, ber til eftir áheitan á sóknarprestin í sóknini, har ein býr, at lima seg inn aftur. Tað er tó ein treyt fyri hesi innliman, at sóknarprestur eftir persónliga samrøðu metir, at viðkomandi í álvara ynskir at fáa limaskapin í fólkakirkjuni aftur.

Tað ber eisini til at lesa fólkakirkjulógina vv limaskapi inni á lógir.

Comments are closed.