Løgtingsval 2011

Vit settu øllum valevnunum hesar spurningar undan løgtingsvalinum 2011:
Fólkakirkjan og hennara støða sum statskirkja:

(1) Skal kirkjan hava núverandi myndugleika til skráseting av nøvnum?
(2) Skal kirkjan kunna taka skatt frá fólki, ið, uttan at ynskja tað, vórðu innlimað sum nýføðingar?
(3) Havandi í huga, at hetta er ein fólkakirkja, sum skal eitast at vera fyri alt fólkið vilja vit seta hendan spurning: Skal kirkjan sum stovnur einsamøll kunna gera av, hvørji fólk skulu sleppa at giftast í henni, og har við gera mun á fólki?
Her verður til dømis sipað til samkynd, fráskild ella fólk við aðrari/ongari trúgv.
(4) Skal kirkjan hava lut í tingsetanini?

Fólkaskúlin, hansara samspæl við fólkakirkjuna og undirvísing:

(5) Skal fólkaskúlin hava somu trúgv sum fólkakirkjan, undirvísa næmingar í hesi trúnni og ala teir upp í henni?
(6) Skal fólkaskúlin hava kristnan morgunsang?
(7) Skal undirvísingin í kristni fatast sum uppaling til at vera ein góður samfelagsborgari?
(8) Skal undirvísingin í kristni fara fram á ein hátt, ið nýtir bíbliuna sum eina sanna søgubók?
(9) Skulu næmingar fáa frí frá aðrari undirvísing fyri at ganga til prest?
(10)Skal kreasjonisma/vitugt snið vera partur av undirvísingini í lívfrøði?

Svarini tey kundu geva vóru:

1: Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí

2: Nei

3: Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti

4: Ja

5: Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí

Her koma fyrst nakrir grafar at geva yvirlit yvir hvussu verður svarað í ymiskum flokkum og til umiskar spurningar


Havast skal í huga, at 3 er at rokna sum hvørki fyri ella ímóti og spurningarnir vóru spurdir so, at svarini 1 og 2 hella sekulariseringsvegin (tó við undantakinum um at giftast í fólkakirkjuni, har spurningurin tekur støðu í okkara ósekulariseraða samfelag.). Tað vil siga, at stabbar sum fara niður um miðjuna vísa hug at fáa kirkjuna meira úr almennum økjum og stabbar yvir linjuna vísa til hug at hava kirkjuna við innan almenn øki. Tað er nokkso áhugavert, at Sambandsflokkurin hevur tvey svar, har annað hevur hægst miðal og hitt lægst av øllum, sum hava svarað.

Her koma einstøku svarini:
Heri Ólason Dam, Javnaðarflokkurin: (Miðal er 3.2)

Vís »

1. Ja (Ja, tað hevur hon gjørt í fleiri 100 ár, og tað kann kirkjan halda áfram við. Um landsfólkayvirlitið yvirtók hesa uppgávu, ja, so hevði tað eisini veri OK fyri mær.)
2. Ja (Hvør og ein kann melda seg úr fólkakirkjuni, tí haldi eg tað vera í ordan.)
3. Nei (Kirkjan er ikki ímóti, undantikið tá ið vit tosa um samkynt, men tann einstaki presturin kann nokta, hetta sum oftast vegna egna áskoðan. Tað eru eisini borgarligir møguleikar.
4. Ja (Hetta er gamal siður, ið hevur fastar røtur, hetta kann sjálvandi broytast yvir tíð, men eg haldi ikki tað skal henda her og nú.
5. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti (Ikki natúrligvís. Vit hava skúla, sum ikki byggir á fólkakirkjuna.)
6. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti (Ikki natúrligvís. Tað kann verða tað, ella ikki, ella bæði. Tað ið er umráðandi er upplivingina av felagsandanum.)
7. Ja (Um ikki góður samfelagsborgari, so í hvussu er sum eitt gott menniskja.)
8. Nei (Hvat er ein sonn søgubók?. Um hetta meinast við at bíblian er innblást av Gudi, so nei) – Gudloysi meinar eina bók, sum sigur frá veruligum hendingum, líka sum tær bøkurnar, ið vera brúktar í fakinum “søga”.
9. Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí
10. Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí

Kristian Holbæk, Tjóðveldi: (Miðal er 2.7)

Vís »

1. Ja
2. Nei
3. Nei
4. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
5. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
6. Ja
7. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
8. Nei
9. Nei
10. Nei

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi: (Miðal er 2.8)

Vís »

1. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
2. Ja (so leingi talan er um statskirkju.)
3. Nei (tí sum statskirkja er tað staturin/landið, ið ger lógirnar)
4. Ja (av søguligum orsøkum)
5. Ja
6. Ja
7. Nei
8. Nei (ikki sum eksakt vísind. Men kristni skal undirvísast sum trúargrein.)
9. Nei (at ganga til prest skal vera uttan fyri skúlatíð)
10. Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí (kreasjonisma er ikki ein vísind og skal tí ikki verða partur av undirvísing í lívfrøði!)

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin (Miðal er 3.9)

Vís »

1. Ja
2. Ja
3. Ja
4. Ja
5. Ja
6. Ja
7. Ja
8. Ja
9. Ja
10. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti

Hergeir Stakksberg, Sambandsflokkurin (Miðal er 2.3)

Vís »

Hergeir gav ikki tøl, so vit hava sjálvi tulkað hansara svar inn í skalaðina.
1. Nei (skráseting av nøvnum eigur ikki vera tengd at kirkjuni. Átrúnaður og skráseting av nøvnum eiga at vera skyld frá hvørjum øðrum.)
2. Nei (Her er talan um persónligt frælsi. Heldur enn at verða innlimaður sum barn, so eigur mann at hava persónliga frælsið, at sjálvur gera av, um mann vil innlimast ella ikki. Tú verður ikki innlimaður í HB, tá tú ert føddur, men seinni kanst tú velja at stuðla HB. Soleiðis átti tað eisini at verið við kirkjuni.)
3. Ja (Kirkjan skal sjálv hava frælsið til at gera av, hvønn hon vil gifta og ikki.Tað er skeivt at áleggja við lóg, hvat kirkjan skal og ikki. Her eigur tað at vera tíðiligur skilnaður millum kirkju og stat.)
4. Nei (Eg dugi ikki at síggja, hví hon skal hava ein leiklut.)
5. Nei (Vit eiga at hava frælsið til sjálvi at gera av, hvønn átrúna vit hella til og ikki. Á hesum økinum skal fólkaskúlin ikki gera mun á ymisku átrúnaðunum.Vit eiga at byggja á trúrfrælsið hjá tí einstaka og vísa á allar møguleikar, uttan at favorisera ein ávísan átrúna.)
6. Nei (Vit kunnu saktans hava kristnar sangir, men vit skulu ikki hava kristnar sangir framum aðrar. Allir sangir skulu vera á jøvnum føti.) – Gudloysi loyvir sær at geva svarinum hjá Hergeiri eitt “Nei”, tí spurningurin átti at verið betri orðaður við einum “burturav” afturat. Altso, “skal fólkaskúlin hava burturav kristnan morgunsang”.

Teitur Vágadal, Sjálvstýrisflokkurin (Miðal er 2.7)

Vís »

1. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti (Bert um kirkjan kann framhaldandi veita somu skráseting, men annars ikki neyðugt.)
2. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti (Tað er framvegis upp til tann einstaka at melda seg úr, men automatiskinnliman skal ikki vera.)
3. Ja
4. Ja (Gomul siðvenja)
5. Nei
6. Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
7. Nei
8. Nei
9. Nei
10. Nei

 

5 svar to “Løgtingsval 2011”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Svar til sekulariseringsspurningar Says:

    […] Løgtingsvalið 2011 […]

  2. Rúni Schneekloth Says:

    Strævin máti tit hava sett hetta upp uppá. Man verður alla tíðina noyddur til at skrolla ímillum spurningarnar sum standa ovast á síðuni, og svarini í koma undir. Annars fín idé.

  3. Eyðbjørn Says:

    Mann hasin Heri Ólasson Dam hava misfata tann seinasta spurningin?

  4. Ása Says:

    Eyðbjørn, kanska tað.

    Rúni, eg eri samd við tær, men eg veit ikki ordiliga hvussu tað annars skal setast upp. Heldur tú spurningarnir skulu endurtakast fyri hvørt svar? Tað virkar nemmiliga eitt sindur yvirdrivið fyri meg, men tað er tað kanska ikki?

  5. Limberg Michelsen Says:

    Ja, endurtak spurningarnar. Tað bilar ikki um teir koma ofta :)

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)